140x140

Avmarkingar í siglingarferð kring Ramsar-oyggjar

27-05-2019 | Dálking og vernd

Henda kunning verður løgd út fyri at minna skipa- og bátaeigarar um reglurnar í kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sum kom í gildi í 2017

Á fundi í Ramsar-nevndini fyri Nólsoy 24. apríl í ár, kom fram, at tað kemur meira enn so fyri, at bátar, serliga privatbátar, sigla skjótari enn 8 fj/t nærri enn 500 m, har tað annars ikki er loyvt.

Í kunngerðini er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og pørtum av Nólsoy. Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið. 

Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum, er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði.

Bannið er galdandi fram við landi, har stórur vandi er fyri, at tað kann órógva fuglalívið. 

Bannið fevnir um øll skip og allar bátar uttan skip í fastari rutusigling til hesar oyggjar, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum.

 

Her finnur tú kunngerðina um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ferðaavmarkingin er galdandi.

Les meira um Ramsar-arbeiðið her

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo