Endamálið við kunngerðini er at forða fyri dálking, heilsuvanda og ampum av taðing, umframt at fremja nýtsluna av tøðum sum tilfeingi.
Bæði Umhvørvisstovan og kommunur fáa javnan klagur frá borgarum um dálking og ampar av taðing. Tí hevur verið neyðugt at gera reglur, ið skulu fyribyrgja, at taðingin dálkar áir, løkir og vøtn ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis, har tøð verða sprænd.
Bøndur skulu gera taðingarætlan
Kunngerðin ásetur, at bøndur o.o., sum spræna tøð, skulu gera eina taðingarætlan, sum lýsir, hvussu taðingin verður skipað, og hvar tøðini verða sprænd. Ætlanin skal góðkennast av kommununi.
Avmarkingar
Kunngerðin setur avmarkingar fyri, nær, hvar og hvussu taðast kann:
• Tað er einans loyvt at taða í tíðarskeiðinum frá 15. mars til 15. oktober. Tó kann kommunan veita undantak frá hesum. Kommunan kann í undantaksloyvi áseta treytir fyri taðingini.
• Loyvt er ikki at taða soleiðis, at tøðini seta beinleiðis út í ári, løkir, vøtn o.a.
• Loyvt er ikki at taða í regni, tá lendið er fryst ella tá kavi liggur.
• Fyri at verja viðkvom lendi og plantuvøkstur í haganum, er bannað at taða oman fyri 250 metra hædd. Í fylgiskjali til kunngerðina verður víst, hvørji øki eru oman fyri 250 metra hædd. Hæddarkurvar kunnu síggjast meiri nágreiniliga á www.kortal.fo.
• Fyri at fyribyrgja ampar av taðing, skal, í tann mun tað ber til, ikki taðast tá ættin liggur móti bygdum øki, og bannað er at taða nærri enn 50 metrar frá bústøðum. Kommunan kann tó, eftir umsókn, veita treytað undantak frá hesum.
• Um taðing elvir til dálking ella ampar, kann kommunan geva boð um bøtandi atgerðir. Hjálpir hetta ikki, kann kommunan seta bann fyri at taða í viðkomandi øki.
Eftirlit
Kommunurnar hava eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar.
Revsivert at bróta kunngerðina
Tann, ið brýtur ásetingarnar í kunngerðini, ella ikki aktar boð, sum eru givin við heimild í kunngerðini, verður revsaður við bót.
Myndirnar eru tilvildarligar.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf.
![]() |
Níggju av tíggu latin inn aftur
15-02-2019
Umhvørvisárinsmeting av biogassverk…
07-02-2019
Granskari til Umhvørvisstovuna
01-02-2019
Ljóðkanning í Kollafirði
15-01-2019
Nýggjársbál
29-12-2018
CO2 útlátið øktist munandi í fjør
17-12-2018
Yvirtøka av kort- og landmátingarmy…
11-12-2018
Viðmerkingar til góðkenning av elpr…
10-12-2018
Nær koma næstu vindmyllurnar?
03-12-2018
Tríggir góðir vinnarafilmar um endu…
06-11-2018