Nýtslan av einnýtisíløtum er vaksin síðan byrjað varð at gera hagtøl í 2008. Uppgerðin fyri 2017 vísir, at gongdin er tann sama sum áður. Fleiri einnýtisíløt verða innflutt enn áður, og tann parturin, sum verður latin inn aftur, er støðugur. Returprosentið í 2017 var 88 %. Tað merkir, at nærum níggju av tíggju einnýtisíløtum vórðu latin inn aftur í 2017.
Býtið millum ymsu sløgini vísir, at nógv mest verður nýtt av metali og plasti. Hesi liggja á nøkulunda sama støði, meðan nýtslan av glasi einans er ein lítil partur av samlaðu tølunum. Tó sæst eisini ein vøkstur av nýtsluni av einnýtisíløtum úr glasi.
Nýtslan av einnýtisíløtum nærkast nú 10 mió. íløtum um árið.
Her finnur tú fleiri upplýsingar um seinastu uppgerðina fyri einnýtisíløt
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Vivie Kirke Davidsen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
Níggju av tíggu latin inn aftur
15-02-2019
Umhvørvisárinsmeting av biogassverk…
07-02-2019
Granskari til Umhvørvisstovuna
01-02-2019
Ljóðkanning í Kollafirði
15-01-2019
Nýggjársbál
29-12-2018
CO2 útlátið øktist munandi í fjør
17-12-2018
Yvirtøka av kort- og landmátingarmy…
11-12-2018
Viðmerkingar til góðkenning av elpr…
10-12-2018
Nær koma næstu vindmyllurnar?
03-12-2018
Tríggir góðir vinnarafilmar um endu…
06-11-2018