140x140

Umhvørvisárinsmeting av biogassverki á Skarðshjalla

07-02-2019 | Dálking og vernd

Í sambandi við, at P/F Føroysk Náttúruorka hevur ætlan um at byggja eitt biogassverk við ravmagnsframleiðslu á Hjalla í Hoyvík, hevur felagið gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið sambært §16 í Løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn. Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina. Hoyringarfreistin er 28-02-2019. Biogassverkið hevur ein tekniskan kapasitet at taka í móti 100.000 tonsum av lívrunnum burturkasti árliga. Ætlanin er tó í fyrstu atløgu at taka móti 50.000 tonsum av lívrunnum burturkasti árliga. Ein vøkstur í móttøku av lívrunnum burturkasti vil bert fara fram, um tað er grundarlag fyri at fáa avsett tilsvarandi nøgd av avgassaðum tøðum. At byrja við er lívrunna tilfarið í høvuðsheitum frá neytamyka, skarn frá smoltstøðum og súrløga frá alivinnuni. 

Verkið kann taka ímóti 275 tonsum av lívrunnum tilfari um dagin, sum verður hitaviðgjørt. Framleiðsluorkan er 1.300 m3/tíman av biogassi, sum í høvuðsheitum er ein blandingur av metani og CO2. Gassgoymslan verður 300 m3. Ravmagnsframleiðslan verður 1.500 kW og hitaframleiðslan verður 1.489 kW.

Ætlanin er at kunna taka ímóti øðrum lívrunnum burturkasti við tíðini. Hetta kann millum annað vera lívrunnið húsarhaldsburturkast og lívrunnið burturkast frá ymsum vinnugreinum.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Ingvard Fjallstein, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur