Matrikulgjøldini eru lóglig, kunngerðin um matrikulgjøld er ein nóg góð heimild fyri gjaldsásetingunum hjá Umhvørvisstovuni, og virðið á byggibúnum grundstykkjum skal leggjast til grund fyri gjaldsásetingunum. Hetta er niðurstøðan hjá hægstarætti, sum í dag hevur sagt dóm í einum prinsipiellum sakarmáli millum Umhvørvisstovuna og Tórshavnar kommunu.
Sakarmálið snúðið seg um eina rokning fyri matrikulert arbeiði í sambandi við eina stóra útstykking í Hoyvík. Tórshavnar kommuna noktaði at gjalda rokningina og grundgav hetta við, at heimild ikki var fyri at taka slík gjøld. Í øðrum lagi varð sagt, at rokningin var alt ov stór. Umhvørvisstovan stevndi kommununa eftir gjaldinum, og fekk viðhald í bæði Føroya Rætti og landsrættinum. Tórshavnar kommuna fekk loyvi til at leggja málið fyri hægstarætt, sum í dag kom til somu niðurstøðu.
Í grundgevingunum fyri dómin sigur hægstirættur m.a., at gjøldini fyri matrikuler arbeiði hvørki eru í stríð við § 43 í grundlógini ella § 41 í stýrisskipanarlógini, og at neyðugt ikki er at áseta matrikulgjøldini í lóg. Hægstirættur staðfestir eisini, at kunngerðin um matrikulgjøld er nóg góð heimild fyri at áseta hesi.
Dómurin kann lesast her.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Nielsen, telefon 342400 ella us@us.fo
« Aftur
Verja av fugli á Ramsar-oyggjum
13-04-2018
Umlegging av tinglýsingararkivinum
11-04-2018
Skjalasøvnini í Tinglýsingini og Ma…
09-04-2018
Hægstirættardómur um matrikulgjøld
05-04-2018
Dálkingarevni í spillivatni í fýra …
03-04-2018
Órudd og annað burturkast skal ikki…
02-04-2018
Runavíkar kommuna fingið umhvørvisg…
28-03-2018
Sundsverkið fingið nýggja umhvørvis…
28-03-2018
Næmingur úr 9.ð fekk høvi at royna …
16-03-2018
Norðurlendskur stuðul til verkætlan…
15-03-2018