140x140

Runavíkar kommuna fingið umhvørvisgóðkenning til útfylling á sjógv

28-03-2018 | Dálking og vernd

Umhvørvisstovan er seinasta árið vorðin varug við, at leivdir av plasti frá tendringsskipan, sum vanliga verður brúkt til at spreingja við  í grótbrotum og tunlum, reka upp á land, tá grót frá hesum virkseminum verður brúkt til útbyggingar á sjónum.

Plastleivdir frá spreingiskipanini fylgja við grótinum, tá tað verður flutt úr grótbrotum ella tunlum.  Tá grótið verður slept á sjógv, skola plastleivdirnar av grótinum og flotna.

Umhvørvisstovan metir, at bert ein lítil partur av plastleivdunum, sum losna frá grótfyllingini, rekur upp á land, meðan stóri parturin verður verandi í sjónum.

Grótframleiðarin hevur skyldu til at tryggja, at so lítið plast er uppi í grótinum sum tekniskt og fíggjarliga gjørligt. Grótframleiðarin hevur eisini skyldu til at skifta til tendringsskipan, sum bæði er minst líka trygg sum verandi skipanir, men samstundis hevur minni umhvørvisárin enn verandi tendringsskipanir, tá hetta er tekniskt og fíggjarliga gjørligt.

 

Krav um umhvørvisgóðkenning

Út frá hesum metir Umhvørvisstovan, at útlát av plasti, tá grót verður koyrt á sjógv, t.d. í sambandi við havnargerð ella aðrar útfyllingar á sjónum, kann hava týðandi árin á umhvørvið.

Hóast tað ikki er ein beinleiðis heimild í lógini um verju av umhvørvinum at krevja, at verkætlanir at gera tunlar og at fylla grót út á sjógv, ætlar Umhvørvisstovan í hvørjum einstøkum føri at taka støðu til, um tunnilsverkætlan og verkætlan at fylla grót út á sjógv skal hava umhvørvis­góðkenning.

Heimild til hetta er í  § 28 í løgtingslóg nr. 134 frá 1988 um umhvørvisvernd.

Runavíkar kommuna søkti hin 1. mars 2018 um umhvørvisgóðkenning av arbeiðinum at fylla upp til havnarøki millum oljukajina og bátahylin á Bakka á Glyvrum.

Góðkenningin er almenn og kann síggjast her

Almenna lýsingin er her

 

Góðkenningin kann kærast


Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.



Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 25. apríl 2018.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo

 

« Aftur