140x140

Órudd og annað burturkast skal ikki liggja og rekast

02-04-2018 | Dálking og vernd

Borgarar venda sær javnan til Umhvørvisstovuna um órudd og annað burturkast, sum liggur og rekst bæði úti í náttúruni, og á almennum og privatum økjum.

Í seinastuni hevur Umhvørvisstovan fingið fleiri fráboðanir um plast, sum verður brúkt til at balla gras, ið rekst í náttúruni. Hetta eigur ikki at koma fyri, og heitir Umhvørvisstovan tí á bøndur o.o. um at rudda slíkt plast burtur og at lata tað til kommunalu brennistøðina í Havn ella til IRF.

Kommunurnar hava ábyrgdina av, at órudd ikki liggur og rekst á almennum økjum í kommununi.  Órudd o.a. á privatum økjum er ábyrgd hjá avvarðandi eigari, sum skal fáa burturkastið og óruddið burtur, og kann kommunan geva eigaranum boð um at beina óruddið burtur. Verða boðini ikki fylgd, kann kommunan beina óruddið burtur fyri eigarans rokning.

 

Vegleiðingar:

Vegleiðing um órudd og burturkast á almennum økjum

Vegleiðing um áheitan um boð ella forboð

Vegleiðing um, hvussu ein kommuna kann orða ætlanarskriv og boð um at burturbeina órudd

 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur