140x140

Loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Porkeri

Lýst verður nú eftir umsøkjarum um loyvi at framleiða el úr vindorku í Porkeri.

Økið til vindmyllurnar er í haganum Heimari Partur, matr. nr. 242 Porkeri. Samlaði framleiðslumátturin kann í mesta lagi vera 6 MW.

Loyvið kann veitast sambært § 5 stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 við seinni broytingum um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

Umhvørvisstovan kann velja ikki at veita nakað loyvi og kann somuleiðis gera av at veita eitt loyvi minni enn 6 MW.

Sí lýsing viðvíkjandi útboðnum

« Aftur