Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Samband

 

 

Høvuðsskrivstovan, Traðagøta á Argjum
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Skógrøkt, Hvítanesvegur í Hoyvík
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Plantusølan

Mánadag - hósdag
12.00 - 17.00


Fríggjadag
12.00 - 18.00

Leygardag
10.00 - 14.00 

 

  Telefon:

 

Høvuðsskrivstovan:

tel.:  +298 34 24 00

fax.: +298 34 24 01

 

Tinglýsing:

tel.:  +298 35 80 20

fax.: +298 34 24 01

 

Landsfólkayvirlit:

tel.:  +298 35 80 50

fax.: +298 35 80 55

 

Fleiri:

» Starvsfólkayvirlit

 

  Matrikul og útskifting  Ofta spurt
[English edition]

Ofta spurt um matrikul og útskifting

Hvat krevst av umsókn míni?
Hvat er ein servituttur?
Hvussu langa tið tekur tað at fáa frábytt eitt grundstykki?
Hvat kostar tað at fáa matrikulerað eitt grundstykki?
Hvat er eitt matrikulkort?
Hvat er eitt máliblað?
Hvussu fái eg at vita, hvør eigur rættin til ein veg?
Hvussu beri eg meg at, tá ogn mín skal býtast sundur?
Hvussu síggi eg um veðhald (pant) ella aðrar byrðar eru á eigindóminum?
Hvør eigur eitt grundstykki?
Hvør er adressan á ávisum eigindómi- matrikulnummari?
Hvussu komi eg í samband við tann, sum hevur ábyrgdina av tí, eg skal spyrja um?
Hvar kann eg keypa teldutøk matrikulkort?
Hvar finni eg umsóknarblað?

Hvat krevst av umsókn míni?

Umsókn um t.d. sundurbýti av eigindómi skal vera undirskrivað av øllum pørtum, t.e. fyrst og fremst eigarunum. Ein frágreiðing um endamálið við broytingini skal vera givin.Kommunan skal altið ummæla umsóknina.

Er talan um flyting av vídd frá einum eigindómi til annað, skulu evt. veðhavarar í ognini játta, at flytingin kann fara fram. 

 
Hvat er ein servituttur?

Servituttur ella byrða er løgfrøðiligt hugtak fyri, hvussu eigaran á einum matrikulnummari við semju kann fáa rættindi á aðrari ogn. Til dømis at bruka ogn hjá grannanum, fyri betur at kunna nýta egið matrikulnummar (dømi: atkomuvegur til almennan veg).

 
Hvussu langa tið tekur tað at fáa frábytt eitt grundstykki?

Tað velst, men er talan um einstakt stykki og viðurskiftini annars eru í lagi, eigur hetta hægst at taka tríggjar mánaðir.

 
Hvat kostar tað at fáa matrikulerað eitt grundstykki?

Tað velst um so nógv: støddina á stykkinum, marknaðarvirðið og hvussu nógv skal gerast burturúr sjálvum sundurbýtinum.  Skulu uppmátingar gerast og mark setast, ávirkar tað eisini kostnaðin av matrikuleringini.

Alt eftir umstøðunum so kostar frámatrikulering av einum vanligum grundstykki, sum er 500 m2 til víddar, úr 10 og upp í góðar 20 tús. krónum. 

 
Hvat er eitt matrikulkort?

Matrikulkortið er eitt løgfrøðiligt kortverk, sum vísir matrikulnummar, mark millum tey og møguligar servituttir og eisini mark millum bygdir. Matrikulkort kann síggjast á www.kagi.fo hagani tað eisini ber til at prenta tað.

 
Hvat er eitt máliblað?

Eitt máliblað er eit kort við mátum og longdum millum mørk og øðrum líknandi upplýsingum. Avrit av máliblaði fæst við at venda sær til deildina Lendi. Tað er tó ikki altíð, at Umhvørvisstovan hevur tøkar upplýsingar um mát á øllum mørkum.

 
Hvussu fái eg at vita, hvør eigur rættin til ein veg?

Um vegurin er vístur á matrikulkortinum, kann Umhvørvisstovan upplýsa, nær og hví vegræatturin er komin á matrikulkortið.

Um tygum vilja vita um ein vegrættur er tinglýstur, vinarliga setið tygum í samband við Tinglýsingardeildina hjá Umhvørvisstovuni. Klikk her fyri at fáa meira at vita.  

 
Hvussu beri eg meg at, tá ogn mín skal býtast sundur?

Ger tær greitt, hvat endamálið við sundurbýtinum er, og kanna so um hetta ber til. Kommunala byggisamtyktin er avgerandi, og somuleiðis atgongd til almennan veg. Spyr hjá kommununi. Aðrar bindingar kunnu vera. Kanna hjá Tinglýsingini. Klikkja her fyri at fáa meira at vita um tinglysingini.

Umsóknarblað fæst her á heimasiðuni ella hjá kommununi.

 
Hvussu síggi eg um veðhald (pant) ella aðrar byrðar eru á eigindóminum?

À tinglýsingini ber til at fáa upplýst um veðhald ella aðrar byrðar (bindingar) eru tinglýstar á eingindomin. Klikkja her fyri at fáa meira at vita.

 
Hvør eigur eitt grundstykki?

Tú skalt kenna matrikulnummarið, spyr siðani á tinglýsingini, sum er partur av Umhvørvisstovuni. Vegleiðandi upplýsingar eru á heimasiðuni www.kagi.fo. Har kunnu tygum á korti leita eftir økjum, og sláa upplýsingar upp um einstøk matrikulnummur.
Fleiri heimasíður hjá kommunum hava eisini slíkar tænastur.

 
Hvør er adressan á ávisum eigindómi- matrikulnummari?

À www.kagi.fo ber til á kortum at leita eftir økjum, matrikulnummari og at seta ymsik kort saman. Slá matrikulnummarið upp og tendra fyri adressukortinum (Gøtunøvn/nummar).
Fleiri kommunur hava heimasiður við slíkari tænastu.

 
Hvussu komi eg í samband við tann, sum hevur ábyrgdina av tí, eg skal spyrja um?

À heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at síggja, hvør hevur ábyrgdina av ymsu økjunum í landinum.

Klikkja her fyr at síggja arbeiðsøkjum.
Klikkja her fyri at síggja telefonnummar hjá starvsfølkum.

 
Hvar kann eg keypa teldutøk matrikulkort?

Setið tygum í samband við Kort og skráir á Umhvørvisstovuni.

Kostnaðurin fyri teldutøk matrikulkort (vektorkort) er:
Avgreiðslugjald 2000 kr. + 20 kr. fyri hvønn lutin.

 
Hvar finni eg umsóknarblað?

À heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at finna og prenta umsóknarbløð. Klikkja her fyri at finna oyðubløð.