Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Samband

 

 

Høvuðsskrivstovan, Traðagøta á Argjum
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Skógrøkt, Hvítanesvegur í Hoyvík
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Plantusølan

Mánadag - hósdag
12.00 - 17.00


Fríggjadag
12.00 - 18.00

Leygardag
10.00 - 14.00 

 

  Telefon:

 

Høvuðsskrivstovan:

tel.:  +298 34 24 00

fax.: +298 34 24 01

 

Tinglýsing:

tel.:  +298 35 80 20

fax.: +298 34 24 01

 

Landsfólkayvirlit:

tel.:  +298 35 80 50

fax.: +298 35 80 55

 

Fleiri:

» Starvsfólkayvirlit

 

  Matrikul og útskifting  Matrikuler umsiting  Eigaraíbúðir
[English edition]

Eigaraíbúðir

Einans íbúðir í húsum, sum eru bygd eftir at lógin um eigaraíbúðir kom í gildi (3 apríl 1970), og upprunaliga eru ætlað til at leggja sundur í eigaraíbuðir, kunnu býtast sundur.
Íbúðir, sum eru egin ogn koma undir lógina um eigaraíbúðir. Eisini handlar, skrivstovur, goymslurúm, búrúm og onnur serliga avskilað húsarúm koma harundir.

Hvør eigaraíbúðin er at skilja sum egin føst ogn.

Eigari av íbúð hevur í felag við hinum eigarunum av íbúðum ognarrættin til grundina, lutir í felag og tillhoyr v.m. eftir býtistali, sum fyrisett er sum brotpartur. Er býtistal ikki fyrisett, eru allar íbuðirnar javnbjóðis um. Eigaraíbuðir kunnu eftir somu reglum stovnast í eigindómum á leigaðum grundøki.

Við sundurbýti í eigaraíbúðir verður matrikulin ikki broyttur. Tó verður eitt sakarnummar bókað undir matrikulnummarinum. Sambært kunngerð (nr.91 frá 28-11-1979) skulu kort yvir hvørja íbuð gerast og yvirlit við ávisum upplýsingum. Hesi skjøl skulu váttast av Umvhørvisstovuni og sendast tinglýsingini áðrenn, ella samstundis sum skeyti, pantibrøv o.l. fyrstu ferð verða tinglýst.

Vanliga ger Umhvørvisstovan tey skjøl, hon skal vátta.
 

Les meira:

Løgtingslóg nr. 11 frá 3 apríl 1970 um eigaraíbúðir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.55 frá 25 mai 2009