Vætulappar

Tað er lætt og lagaligt at brúka vætulappar, serliga tá tú ikki hevur vatn og sápu við hondina.

 

Men av tí at vætulappar kunnu innihalda óynskta evnið siloxan (D5) og angaevnið muskxylen, so eigur tú at tryggja tær, at hesi evni ikki eru í vætulappunum, sum tú brúkar. Ansa eisini eftir, at bakterutálmandi evni triklosan ikki er í vætulappunum.

Vætulappar kunnu eisini innihalda ymisk sløg av parabenum, sum er eitt slag av haldevni. Nøkur paraben eru undir illgruna fyri at ávirka hormonjavnvágina bæði hjá fólki og djórum. ES hevur mett, at metyl- og etylparaben eru trygg í kosmetikkvørum. Hinvegin er ivi um propyl- og butylparaben. Vil tú koma ivanum til góðar, so keyp ikki røktarvørur, sum innihalda hesi paraben.  

Harafturat kunnu evni, ið elva til ovurviðkvæmi, eisini vera í vætulappum.

 

 

 

Dømi um dálkandi evni í vætulappum:

 

Góð ráð

  • Keyp vætulappar, sum eru merktir við Blómuni ella Svananum, sí niðanfyri.
  • Les vørulýsingina, og keyp ikki vætulappar, har eitt ella fleiri av dálkandi evnunum, sum eru nevnd omanfyri, eru á vørulýsingini.
  • Í staðin fyri at brúka vætulappar, royn so heldur at leggja vátar lappar (kanska einnýtislappar) í ein plastposa. Um neyðugt, koyr so ein dropa av sápu í. Í fleiri førum vaska hesir lappar eins væl.
     

Svanurin og Blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarlig vætulappar. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag,
  • At atlit eru tikin at tínari heilsu,
  • At góðskan er góð.

 

Svana- og Blómumerktir vætulappar 

                                                                   

   

 

 

Burturbeining

Vætulappar kunnu burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast. Les meira um burturbeining av burturkasti her.
 
 

Les hvat onnur skriva

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo