|
Mátingar vísa, at miðalvatnstøðan er hækkað 10 cm síðstu 50 árini. Hetta kemur partvíst av, at vatnmassin í høvunum er víðkaður vegna hækkandi hita, og partvíst av, at jøklar eru bráðnaðir.
Síðani 1957 hevur Meteorologisk Institut (DMI) mált miðalvatnstøðuna í Føroyum. Eitt sokallað vatnstøðubretti varð fastgjørt í bryggjuna í Tórshavn og síðani bleiv vatnstøðan avlisin við jøvnum millumbilum og skrivað niður. Hesar mátingar vísa, at miðalvatnstøðan er hækkað við umleið 2 mm um árið ella í alt 10 cm upp á 50 ár.

Mynd 1. Vatnstøðubretti í Tinganesi
Tá tosað verður um hæddir á fjøllum og øðrum, vísur tað til miðalvatnstøðuna, sum hon var í 1966. Hæddirnar á uppmátingarpunktum, eisini nevnd fixpunktir, byggja á vatnstøðuna, sum hon var hetta árið.
Í 2009 vórðu nýggjar uppmátingar gjørdar av fixpunktunum og vísa útrokningar, at neyðugt er at lækka niveau’ið við 8 – 9 cm. Hetta merkir, at øll fjøll í landinum verða 8 – 9 cm lægri.

Mynd 2: Vatnstøðumátari hjá Landsverk í Sørvági
Í dag er ikki neyðugt at avlesa vatnstøðuna á einum vatnstøðubretti, tí Landsverk hevur sett sjey vatnstøðumátarar upp, sum støðugt máta vatnstøðuna. Til ber hjá øllum at síggja úrslitini á www.landsverk.fo
Tá tað verður sagt, at miðalvatnstøðan hækkar umleið 2 mm/ár, so er hetta í mun til landið, men hvør sigur, at tað ikki er landið, sum ístaðin søkkur? Til tess at finna útav hvussu stabilt landið er, setti Umhvørvisstovan í september mánaða 2008 ein gps’ara á skjøldurin á bygninginum (sí mynd 3).

Mynd 3: GPS’ari á Umhvørvisstovuni
Gps’arin mátar positiónina hvørt sekund og verða hesi dátu flutt til Kort- & Matrikelstyrelsen í Danmark, har tey verða kannað og goymd. Síðani tann 28. febr. 2011 hava dáta frá GPS'aranum eisini verið tøk á heimasíðuni hjá EUREF. Til ber at síggja rørslur her. Enn er bert stutt tíð fráliðin og tískil ber enn ikki til at siga nakað um, um hvussu landið flytur seg. Í londunum uttanum okkum hava slíkar mátingar verið gjørdar í nógv ár (sí mynd 4).

Mynd 4: Myndin vísir reyðar pílar har landið hækkar og bláar pílar har landið lækkar. Ein reyður pílur, sum svarar til 5 mm/ár sæst vinstrumegin í myndini.
Lesið meira:
Verður hugt at grannalondum okkara (mynd 4), er úrslitið hetta:
- Ísland (Høfn): +5 mm/ár
- Skotland (Inverness): +2 mm/ár
- Noreg (Stavanger): +4 mm/ár
Hetta kundi givið eina ábending um, at landið í Føroyum hækkar 2 – 3 mm/ár. Tá vit harafturat vita, at havið hækkar 2 mm/ár í mun til landið, bendir tað á, at havið íalt hækkar 4 – 5 mm/ár.
Tá gps’arin á Umhvørvisstovuni, saman við vatnstøðumátarunum hjá Landsverk, hava mált í nøkur ár, fer at bera til, við nógv størri vissu, at siga hvussu havið og landið flyta seg.
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Stein Fossá, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost steinf@us.fo
|